Um okkum

 

LOFTI FERÐIR hava í meiri enn 30 ár skipað fyri ferðum til Ísrael.

Vit velja ferðamálini, gistingarstøðini, bussførara og ísraelskan ferðaleiðara sera nágreiniliga og hava gjørt alt fyri, at vit kunnu ferðast á besta hátt í Heilaga landinum.

 

Vilt tú síggja hesi og mong onnur støð, bjóðar LOFTI FERÐIR tær eina ógloymandi ferð til Heilaga landið.

 

Íroknað kostnaðin: á ferðini er: Allar flogferðir, gisting í dupultkamari á 4* hotellum í Ísrael, morgunmatur, døgurði um kvøldið, drykkjupeningur,ᅠallar útferðir og øll atgongumerki.

 

Ikki íroknað í túrinum: Ferðatrygging, drykkjuvørur, matur mitt á degi,ᅠ gisting í Keypmannahavn á útferð og heimferð, men LOFTI FERÐIR útvegar gisting á Hotel Hilton til lagaligt gjald.

 

Vit gleða okkum at vera saman við tær á hesi upplivingarríku og ógloymandi ferð!