Vælumtókti kvinnutúrurin hjá

LOFTIFERÐUM

Prísur

uml.

kr. 17.900,-

 

Í 2019 skipa vit aftur fyri einum spennandi ”damutúri ” til Ísraels!

 

Farið verður 20 - 30. juni 2019. Vit flúgva via Keypmannahavn, og koma til Ísraels sama dag.

Henda ferðin er lagað ikki minst eftir áhugamálum hjá kvinnum, fyri uttan tey søguligu plássini, verður dentur lagdur á m.a. vælveru, strendur, spennandi bazarar o.a.

 

Vit vitja tey heiløgu støðini í Jerusalem og kring landið. Vit vitja Galilea og sigla á Genezaretsvatninum, vitja Massada og Qumran og Deyðahavið.

 

Íroknað í kostnaðin á túrinum er: Flogferðirnar Vágar-Tel Aviv-Vágar, innivist á 4* hotellum, morgunmatur og døgurði, útferðir, ferðaleiðari og tænastupeningur.

 

Ikki íroknað í túrinum: Ferðatrygging, drykkjuvørur, matur mitt á degI.

 

Vit gleða okkum at vera saman við tær á hesi upplivingarríku og ógloymandi ferð!

 

Ferðaleiðari: Maigun Solmunde

Bílegg ferð

Bílegg ferð við at skriva til info@loftiferdir.fo ella ring á Tel.: +298  21 91 41